Tá tú flytur út, er umráðandi at tú boðar Sev frá, soleiðis at tú ikki rindar fyri streymnýtsluna hjá teimum, ið flyta inn aftaná teg. Verður ongum boðað frá, hevur tann ið flytur út skyldu at gjalda fyri streymnýtsluna, til málarin er avlisin og boðað er frá hesum.
Tann ið flytur inn kann eisini boða frá flytingini. Hevur tú búð til leigu, og veit ikki hvør flytur inn aftaná teg, skal navn og telefonnr. hjá útleigara upplýsast.
Er ognin seld umvegis meklara, skal meklarafyritøkan upplýsast.
Boða frá flyting her á síðuni – skjótt og lætt við at fylla út oyðublaðið niðanfyri ella í orkuportalinum MíttSev.