Eg havi keypt elbil - hvat nú?

Eg havi keypt elbil - hvat nú?

Hjartaliga til lukku við elbilinum!

Ein elbilur skal løðast, og tað ber til at løða bilin við heimaløðistøð og/ella á almennu løðistøðum.

Almenn løðing

1. Tað fyrsta, tú nú skalt gera, er at stovna brúkara á heimasíðuni www.elbil.fo. Sí vegleiðing

Hetta er neyðugt, um tú ætlar tær at løða á almennu løðistøðunum kring landið. Á síðuni www.elbil.fo er yvirlit yvir almennu løðistøðirnar, og tað er eisini umvegis elbil.fo, at tú rindar fyri almennu løðingarnar. Tí er neyðugt við brúkara og at tú setir pening inn á. Sí vegleiðingina omanfyri.

Løðispjaldur

Tað ber eisini til at hava eitt løðispjaldur, sum tú byrjar og endar løðingina við.

2. Bílegg løðispjaldur

Heimaløðing

Vilt tú hava eina heimaløðistøð, er mannagongdin soleiðis:

3. Set teg í samband við løggildan elinnleggjara. Sí yvir yvirlit yvir løggildar elinnleggjarar.

  • Elinnleggjarin sendur umsókn til SEV og viðheftir viðkomandi tekniskar upplýsingar.

4. Umbið heimaløðistøð á heimasíðuni hjá Sev. Bílegg heimaløðistøð

  • Elinnleggjarin fær løðistøðina útflýggjaða frá Sev, og setir hana upp.
  • Elinnleggjarin sendur Sev fráboðan, tá arbeiðið er liðugt.
  • SEV kemur heim til tín at eftirhyggja elinnleggingina.
  • Er innleggingin gjørd sambært galdandi reglum, verður løðistøðin sett til.

Bíligari elprís

(GG! Skipanin við grønum málara verður ætlandi broytt soleiðis, at avslátturin fer niður í helvt í 2028 og dettur burtur í 2030).

Tað ber til at fáa bíligari elprís fyri streymin, sum elbilurin (og hitapumpan) brúkar. Tó er neyðugt við einum serstøkum málara, einum sokallaðum grønum málara.

Vilt tú hava grønan málara, er mannagongdin soleiðis:

Set teg í samband við løggildan elinnleggjara.

  • Elinnleggjarin kemur og ger neyðuga elarbeiðið og sendir síðani fráboðan til Sev um, at arbeiðið er liðugt.
  • Sev kemur heim til tín at eftirhyggja innleggingina. Lýkur innleggingin galdandi krøv, verður grøni málarin settur til og skrásettur.

Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking